Enn eitt málmansdropp

Málverjarnir eru veruliga komnir í fokus fyri tað ringa í bólki C í HM-endaspælinum í Suðurafrika.

 

Tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum millum Slovenia og Algeria skeyt Robert Koren hjá Slovenia eitt hálvvánaligt skot ímóti algerska málinum, men Chaouchi í algerska málinum endurtók brølaran hjá enska málverjanum, Robert Green og misti bóltin í netið.

 

Málið hjá Robert Koren tryggjaði Slovenia trý ógvuliga týdningarmikil stig, og eru slovenar nú á odda frammanfyri Ongland og USA, sum hava eitt stig í part.

 

Talan gjørdist um ein hálvkeðiligan dyst á Peter Mokaba Stadium í Polokwane. Ikki fyrr enn 43 minuttir vóru farnir, kom tann fyrsti málmøguleikin í dystinum.

 

Algerski málverjin var ikki tann einasti, sum dummaði seg í dag. Framherjin hjá Algeria, Abdelkader Ghezzal varð vístur av vølli. Tað seinna gula kortið fekk fyri at temja bóltin við hondini í tí slovenska brotsteiginum. Abdelkader Ghezzal var á vølli í bert 14 minuttir, og hesa stuttu tíðina megnaði hann at fáa tvey gul kort.

 

Í komandi EM-undankapping eru Føroyar annars í bólki saman við Slovenia.