Enn eitt leikbann til Luis Suarez

Liverpool framherjin má sita uttanfyri tá Liverpool í annaðkvøld tekur móti Newcastle. Orsøkin er at enska fótbóltssambandið hevur funnið hann sekan í vánaligum atburði, tá hann vísti ein ávísan fingur til Fulham viðhaldsfólkini.

 

Fyri kortum fekk hann eitt átta dagar langt leikbann og bót fyri rasistiskan málburð. Í dag hevur enska fótbóltssambandið, FA, givið framherjanum úr Uruguay leikbann í ein dyst og bót á 175.000,- krónur fyri at hava víst Fulham viðhaldsfólkunum longsta fingurin.

 

Luis Suarez játtaði seg sekan og skal sita yvir tá Liverpool í annaðkvøld tekur móti Newcastle, skrivar BBC í dag.

 

Liverpool fekk í dystinum móti Fulham eisini eina bót á 175.000,- krónur fyri ikki at hava tamarhald á sínum leikarum í samnband við at Jay Spearing fekk reytt kort.