Nøkur innbrot og tjóvarí hava verið í høvuðsstaðnum seinastu tíðina, og tvær ferðir seinastu dagarnar hevur verið brotið inn í Mikkeller í Havn eftir pengum og rúsdrekka.

Enn eitt innbrot í Mikkeller í Havn

Aftur í morgun visti vaktleiðarin at siga, at eitt innbrot hevur verið í Mikkeller í Gongini, og aftur hesaferð var málið pengar og rúsdsrekka.

Nøkur innbrot og tjóvarí hava verið í høvuðsstaðnum seinastu tíðina, og tvær ferðir seinastu dagarnar hevur verið brotið inn í Mikkeller í Havn eftir pengum og rúsdrekka.

Gjáramorgunin visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at onkur hevði brotið inn í Mikkeller í Gongini 2 í Havn.

 

Ein rútur varð brotin og tann ella tey, sum høvdu verið inni, høvdu stolið nakað av pengum og rúsdrekka.

 

Aftur í morgun visti vaktleiðarin at siga, at enn eitt innbrot hevur verið í Mikkeller.

 

- Aftur hesaferð hevur málið verið pengar og rúsdrekka, sigur løgreglan.

 

Sum skilst á vaktleiðaranum, eru málini enn ikki uppklárað, men arbeitt verður við at finna út av, hvør ella hvørjir innbrotstjóvarnir eru.

 

Nøkur innbrot og tjóvarí hava verið í høvuðsstaðnum seinastu tíðina.

 

Herfyri hevði onkur verið inni í matgoymsluni á Hotel Hafnia, og onkur hevði brotið inn í Fisk & Chips á Vaglinum í Havn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey arbeiða við at uppklára málið um innbrotið í Mikkeller.

 

- Kannað verður eisini, um samanhangur er millum hesi innbrot og tjóvari, sum hava verið hesar seinastu dagarnar, sigur løgreglan.

 

 

 

 

 

Nøkur innbrot og tjóvarí hava verið í høvuðsstaðnum seinastu tíðina, og tvær ferðir seinastu dagarnar hevur verið brotið inn í Mikkeller í Havn eftir pengum og rúsdrekka.