Í gjár var grundlógarforhoyr fyri dupult læstum durum í Føroya Rætti. Sum Sosialurin skilir, er talan um enn eitt álvarsamt mál, har skyldfólk hava verið ónærislig móti børnum.
Uni Vestueið, kriminalovasti, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, men tó váttar hann, at kriminalløgreglan hevði eitt álvarsamt mál fyri í rættinum í gjár fyri dupult læstum durum.
Ábeningar eru um, at talan er um eitt mál, ið løgreglan brádliga er komin fram á.
Fyri stuttum varð eitt par dømt tvey ára langa fongsulsrevsing fyri at hava verið ónærislig móti egnum børnum. Tey kærdu bæði dómin fyri landsrættin, og sita tey nú varðhaldsfongslað, meðan bíðað verður eftir, at landsrætturin fær stundir at viðgera málið.