Enn eitt hvalaveiðimótmæli

Eins og grindadrápið hjá okkum stendur íslendska hvalaveiðan fyri skotum í hesum døgum.

Samstundis sum Sea Shepherd boðar frá átaki ímóti føroyska grindadrápinum, eru 13 norðuramerikanskir felagsskapur farnir undir eitt átak ímóti íslendsku hvalaveiðini.

 

Í átakinum "Don't Buy From Icelandic Whalers" mæla felagsskapirnir fólki frá at keypa nakað frá íslendskum hvalaveiðimonnum og teirra samstarvsfeløgum.

 

Felagsskapirnir, sum eru limir í samtakinum Whales Need Us, hava sent amerikonskum fyritøkum bræv við áheitan um at halda seg burtur frá íslendskum fyritøkum, sum hava nakað við hvalaveiði at gera. Millum annað nevna felagskapirnir stóru fiskivinnufyritøkuna HB Granda, tí hon hevur eitt ávíst tilknýti til hvalaveiðifelagið Hval hf.

 

Sea Shepherd er ikki við í Whales Need Us.