Torkil Veyhe vann í dag bronsu í oyggjaleikunum á Jersey. Hetta var í landavegssúkklukappingini.
Torkil hekk væl við allan teinin og var við í fremsta útbrotinum. Fleiri súkklarar komu móti málinum samstundis og tað gjørdist ein spurtur á mál. Torkil Veyhe endaði á triðja plássi í spurtinum.
Luttakari úr Saaremaa endaði nummar eitt, meðan nummar tvey var úr Isle of Man.
Seinni kemur ljóðsamrøða, sum André Olsen hevur gjørt við Torki Weyhe, út á in.fo. Í samrøðuni iðrar Torkil seg millum annað um, at tað ikki eydnaðist at fáa meir enn eina bronsumedalju, tá ið kappingin var so tøtt.










