Enn eitt hattrick frá Berbatov

Manchester United er framvegis á odda í Premier League. Teir vunnu í dag heili 5-0 á Birmingham á Old Trafford. Dimitar Berbatov skoraði á triðja sinni í hesum kappingarárinum hattrick. Tað eru bara hann, Alan Shearer og Ruud Van Nistelrooy, ið hava megnað at skorað trý hattrick í einum og sama kappingarári. Ryan Giggs og Nani skoraðu hini bæði málini.

 

Arsenal vann eisini tryggan heimasigur. Wigan blivur sendir norður aftur við einum 3-0 ósigri. Sambært enskum miðlum var Arsenal nógv tað betra liðið og tað var bara takka verið málmanninum, Ali Al Habsi, at ósigurin ikki gjørdist størri. Robin Van Persie skoraði øll trý málini fyri Arsenal. Arsenal er nú á øðrum plássi, tvey stig aftanfyri Manchester United, sum tó hevur leikt ein dyst færri.

 

Manchester City var í kvøld á vitjan hjá Aston Villa, sum í vikuni keypti Darren Bent. Prísurin fyri framherjan liggur 160 milliónir krónur, men kann blíva so høgur sum 210 milliónir alt eftir hvussu væl hann eydnast í Aston Villa. Og í dag eydnaðist Darren Bent væl, tí hann skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta er triðju ferð, at Darren Bent skorar í fyrsta dystinum fyri sítt nýggja lið. Hann gjørdi tað sama við Sunderland og Tottenham. Manchester City liggur nú nummar trý, trý stig aftanfyri Manchester United, og hava leikt tveir dystir fleiri enn oddaliðið.

 

Kenny Dalglish fekk sína fyrsta sigur sum Liverpool venjari á hesum sinni, tá Liverpool fyrr í dag vann 3-0 á útivølli móti Wolverhampton. Fernando Torres legði Liverpool á í fyrra hálvleiki. Raul Meireles økti við frálíkum skoti áðrenn Fernando Torres sløkti á Molineux við málinum til endaliga støðuna 3-0 til Liverpool. Liverpool hevur nú leita sær upp á 10. pláss.

 

Tottenham spældi javnt á St. James? Park, West Ham misti í evstu løtu á Goodison Park, Fulham vann á Stoke og Sunderland vann á Blackpool.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Wolverhampton ? Liverpool 0-3

Arsenal ? Wigan 3-0

Blackpool ? Sunderland 1-2

Everton ? West Ham 2-2

Fulham ? Stoke 2-0

Manchester United ? Birmingham 5-0

Newcastle ? Tottenham 1-1

Aston Villa ? Manchester City 1-0