Føroysku svimjararnir standa seg væl í Danish Open í hesum døgum, sambært tíðindastubbunum á svimjing.com.
Stevnan byrjaði fríggjadagin og higartil hava føroysku svimjararnir vunnu tvey gullheiðursmerki, sett eitt føroyskt met, trý juniormet og tvey onnur persónlig met.
Pál Joensen vísir leið og hevur í dag vunnið eitt gullheiðursmerki afturat. Hesuferð var tað á 1500 metrum frísvimjing. Sum in.fo skrivaði í fyrradagin, vann Pál Joensen eisini gull á 800 metra teininum, umframt at vinnaratíðin tá varð skjótasta tíð á 800 metrum í heiminum higartil í ár.
Sára Ryggshamar Nysted sett í gjár nýtt føroyskt met í 400 metrum blandað. Tá skavaði hon heili 13 sekund av gamla metinum. Men ikki nokk við tí. Í finaluni í dag betraði hon aftur um tíðina, við nærum einum heilum sekundi afturat.
Hon hevur eisini sett nýtt juniormet á 100 metrum frí, og var nær føroyska metinum.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur higartil sett tvey nýggj juniormet á Danish Open. Tað fyrra var á 800 metrum frí og tað seinna á 1500 metrum frí, har hon eisini vær líka við at taka føroyska metið á teininum.
Maria Antoft og Alvi Hjelm hava sett hvør sítt persónligt met, Maria Antoft í 200 metrum rygg og Alvi Hjelm í 400 metrum blandað. Alvi Hjelm gjørdist nummar fýra í a-finaluni, júst ov stuttur til eitt heiðursmerki.