Jørgen Niclasen
------
Rumbul og skrumbl eyðkendu tingfundirnar fríggjadagin og út á leygarnáttina. Fundirnir vardu úti við 19 tímar, har møði og øði eykendu heldur tilvildarligu atkvøðugreiðslurnar. Øll uppskot, sum kostaðu pengar vóru samtykt. Landskassin fekk øktar útreiðslur fyri fleiri 10-tals milliónir. Eisini vinnan fekk gjald álagt við avgerandi atkvøðum frá liberala Sambandsflokkinum.
Við avgerðandi atkvøðum frá Sambandsflokkinum samtyktið løgtingið at áleggja arbeiðsgevarum at gjalda dagpening til foreldur at verða heima barnsins fyrsta sjúkradag. Broytingaruppskotið, um at tað almenna skal rinda, fekk ikki undirtøku. Annar trupuleiki er at ikki øll tímalønt eru fevnd av lógini, td. limir í S og K eru ikki fevnd av lógini.
Á løgtingið hevur verið breið undirtøka fyri, at tímalønt fáa dagpening fyri at verða heima hjá sjúkum barnið. Henda rætt, sum øll alment sett starvsfólk hava havt leingi. Ósemjan hevur heldur verið, hvør skal gjalda. Frá fleiri síðum er víst á, at hetta er ein spurningurin fyri arbeiðsmarknaðin og vil løgtingið tí bróta inn í sáttmálar við at lóggeva. Um løgtingið hóast hetta ynskir at lóggeva, eigur løgtingið sjálvt at rinda. Ella, sum Kári á Rógvi segði undir orðaskiftinum “ynskjur ein at verða jólamaður, má ein sjálvur rinda”.
Hóast hetta, vildi Miðflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi áleggja vinnuni hetta gjald. Í álitinum vóru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi ímóti. Við 2. viðgerð var tó atkvøtt ørvísi. Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum undirskrivaði álit, har hon var ímóti, men atkvøddu fyri uppskotinum. Atkvøður úr Sambandsflokkinum tryggjaði meirluta við 2. viðgerð. Atkvøðugreiðsla her: www.logting.fo//files/sound/votes/2010/63/2/vote_2011-63-2_05132011-115947.html <http://www.logting.fo/files/sound/votes/2010/63/2/vote_2011-63-2_05132011-115947.html>
Til 3. viðgerð var broytingaruppskot lagt fram. Torbjørn Jacobsen, Kári á Rógvi, Marjus Dam, Poul Michelsen og sjálvur skutu upp at landskassin skuldi rinda. Tann sum vil geva, má eisini gjalda.
Undir orðaskiftinum vóru tingfólk sum hildu, at landskassin hevði ikki ráð. Áhugavert at hesi somu ikki eingong settu spurningin, um vinnulívið hevði ráð.
Eisini Johan Dahl, landsstýrismaður leðgi rættuliga upp í leikin. Við rættiliga borgarligum vendinum, hartaði hann vinstraflokkarnar fyri at ætla at leggja gjøld á vinnuna. Hetta fekk Torbjørn Jacobsen at atkvøða ímóti sínum egna broytingaruppskotið og viðmerkti hann, at nú mátti Sambandsflokkurin vísa, hvat ryggur var í teimum. Har vóru nú 15 atkvøður fyri og 15 atkvøður ímóti og broytingaruppskotið fall.
Nú kom til atkvøðugreiðslu upprunauppskotið, nevniliga at áleggja vinnuni gjaldið. Nú vóru atkvøður í Sambandsflokkinum avgerðandi og málið var samtykt. Jóhan Dahl leyp úr stólinum at skelda sín egna flokk.
Øði og møði eykendi tingfundin og vinnan gjørdist taparin.
Blívi meira og meira sannførdur um at neyðugt er við nývalið, so luftin kann reinsast og ábyrgd koma aftur í poltikkin.