Helgi Abrahamsen
Politikarar úr loysingarflokkunum kunnu onkuntíð brúka ótrúliga stuttlig roknistykki, tá teir skulu sannføra onnur (og helst seg sjálvan eisini) um, at blokkstuðulin úr Danmark er óneyðugur, fyri ikki at siga skaðiligur fyri føroyska búskapin. Eitt tað nýggjasta skotið á hesi stammuni sá dagsins ljós undir fíggjarlógarviðgerðini, tá Páll á Reynatúgvu helt framsøgurøðu vegna Tjóðveldisflokkin.
Roknistykkið
Páll á Reynatúgvu segði, at blokkstuðulin er 615 mió. krónur um árið, sum svarar til 12.500 krónur fyri hvønn føroying. Henda upphæddin, býtt yvir 365 dagar, gevur 35 krónur um dagin í part. Og seta vit okkum fyri, at fáa blokkin burtur eftir 10 árum, so kostar tað, sambært Pálli á Reynatúgvu, ein tíggjundapart av hesum (3 krónur og 50 oyru um dagin í part).
Hetta ljóðar sum søtur musikkur í oyrunum, og tú fært hug at spyrja, hví vit ikki hava gjørt hetta fyri langari tíð síðani. 3 krónur og 50 oyru eru ikki nógvir pengar.
Men steðga nú eitt sindur, tí her er okkurt spinnandi galið.
Gloymdi at falda inntøkusíðuna
Vit mugu minnast til, at líkamikið um kostnaðurin av at strika blokkstuðulin verður býttur yvir 10 ár ella 100 ár, so broytir tað ikki upphæddina, sum vit missa. Páll á Reynatúgvu býtir 615 mió. krónur yvir 10 ár, men gloymir at taka við í roknistykkið, at blokkstuðulin í 10 ár er ikki 615 mió. krónur verdur, men 10 ferðir 615 mió. krónur. Og tí verður kostnaðurin framvegis 35 krónur um dagin fyri hvønn føroying.
Um upphæddin minkar spakuliga yvir 10 ár, so kostar tað hvørjum føroyingi 3 krónur og 50 oyru um dagin tað fyrsta árið, men longu næsta árið verður kostnaðurin tvær ferðir 3 krónur og 50 oyru. Aftaná 10 ár er kostnaðurin 10 ferðir 3 krónur og 50 oyru og harvið er hann komin uppaftur á 35 krónur um dagin í part.
35 krónur ljóða ikki av nógvum. Men fyri eitt húski við 5 fólkum eru tað 175 krónur um dagin, ella 1.225 krónur um vikuna. Tað svarar til góðar 5.000 krónur um mánaðin og knappar 64.000 krónur um árið. Tað eru nógvir pengar at gjalda– serliga tá tú einki fært afturfyri.
Skiftistíðin broytir einki
Ein long skiftistíð ger okkum hvørki ríkari ella fátækari, men hon kann sjálvsagt brúkast til at yvirtala fólk til at taka undir við loysingini, tí hon virkar ikki so ógvusligt, sum tá rokningin kemur frá degi til dags.
Soleiðis rokna vit okkum fram til eitt skattaparadís
Um vit lána roknistykkið frá Pálli av Reynatúgvu eina løtu, og ístaðin fyri at rokna blokkstuðul, heldur brúka tað til at rokna skatt, og lat okkum siga, at málið er at gera Føroyar til eitt skattaparadís, har allur landsskattur er burtur um 10 ár, so sær roknistykkið soleiðis út:
Vanligi landsskatturin verður komandi ár mettar til at fara at verða 1.370 mió. krónur. Tað svarar til 27.850 krónur um árið fyri hvønn føroying, ella 76 krónur og 30 oyru um dagin. So um vit seta okkum fyri at sleppa undan øllum landsskatti um 10 ár, so kostar tað bara 7 krónur og 63 oyru um dagin.
Tað vil siga, at um tú hevur eina dagløn á 800 krónur, so hevur tú meira enn 792 krónur eftir, tá landið hevur fingið sítt, og aftaná 10 ár ert tú fullkomuliga leysur av at gjalda landsskatt – restina av lívinum. Ljóðar tað ikki eisini sum søtur musikkur ?
Øll sum hava sæð eina skattarokning vita, at tílík roknistykki hava einki við veruleikan at gera.