Enn eitt forsetavalevni gevst

Rick Santorum, sum endaði á øðrum plássi í undanvalinum hjá republikanska flokkinum í 2012, hevur nú blakað frá sær í stríðnum um at gerast forsetavalevni í ár.

 

Rick Santorum vann óvæntað undanvalið í Iowa í 2012, men í ár hevur ikki hilnast líka væl. Hann hevur ongantíð megnað at komið upp á sama støðið sum seinast, og hevur millum annað ongantíð fingið hægri enn fimm prosent undirtøku í nationalum veljarakanningum. Í undanvalinum í Iowa mánakvøldið fekk hann undir eitt prosent av atkvøðunum. 

 

Í gjárkvøldið kunngjørdi hann so, at hann gavst við royndum sínum í ár, og heitti samstundis á sínar veljarar at stuðla Marco Rubio, sum hann meinti var framtíðin hjá flokkinum.

 

Rick Santorum er triðja valevni hjá republikanarunum, sum fellur burtur. Týskvøldið trekti Mike Huckabee seg, mikumorgunin legði Rand Paul kongin og so Rick Santorum í nátt. Hetta verður mett fyrst og fremst at vera ein fyrimunur hjá Marco Rubio, sum endaði á einum góðum triðja plássi í Iowa.

 

Donald Trump og Ted Cruz, sum higartil hava myndað valstríðið hjá republikanska flokkinum, hoyra báðir til á ytsta høgra vonginum í flokkinum. Meðan hetta kann vera nokk til at tryggja teimum sigurin í undanvalinum, verður tað mett at vera sera óheppið, tá forsetavalið sjálvt verður. Amerikanski forsetin verður í stóran mun valdur av veljarunum í miðjuni verður sagt, og hjá teimum, kunnu bæði Donald Trump og Ted Cruz verða ov stórir kamelar at svølgja.

 

Marco Rubio er nærri miðjuni í amerikanskum politikki, og verður tí mettur at hava størri møguleika at vinna forsetavalið. Hann hevur harumframt stóra undirtøku millum latínamerikanskar veljarar, ein veljarabólkur, sum republikanararnir ofta hava torført at fáa fatur á.

 

Tað, at alsamt fleiri valevni gevast, verður mett at vera ein fyrimunur hjá Marco Rubio. Veljarakanningarnar vísa, at hann er langt fremst, tá veljararnir verða spurdir, hvør teirra annað val til forsetavalevni er. Tí verður mett, at meginparturin av veljarunum hjá teimum, sum gevast, og kanska serliga hjá Rand Paul og Rick Santorum, nú fara at velja Marco Rubio. Skuldu enn fleiri av teimum upprunaligu 17 valevnunum givist áðrenn super Tuesday, sum verður 1. mars, gerst alsamt meiri sannlíkt, at hann fer at geva Donald Trump og Ted Cruz kapping líka til tað síðsta.

 

Næsta undanvalið í republikanska flokkinum verður í New Hampshire týsdagin, síðani í South Carolina 20. februar og 23. februar í Nevada, áðrenn veljararnir í 14 statum fara á val 1. mars. 

 

Hjá demokratiska flokkinum verður næsta valið í New Hampshire týsdagin, síðani í Nevada 20. februar, í South Carolina 27. februar og so kemur Super Tuesday, tá val er í 12 statum hjá demokratiska flokkinum.