Tórfríð Tavsen syngur sangin Tíðarmynd, sum Holgar Jacobsen hevur skrivað.
- Lagið er eitt fitt summarlag og teksturin umtalar náttúruna og tilverðuna, sigur Holgar Jacobsen.
Tey luttakandi á útgávuni eru Tórfríð Tavsen, ið syngur, Holgar Jacobsen spælir guitara, Finnur Hansen spælir floytu og harmoniku, meðan Dánjal Tavsen spælir tangentar.
Dánjal Tavsen hevur staðið fyri ljóðblanding og mastering, meðan John Simonsen hevur gjørt videoupptøkurnar.









