Fyrr í dag mátti Guðmundur Joensen gevast í sínari Triathlon-kapping á oyggjaleikunum, ið verða leiktar á Jersey í hesum døgum. Guðmundur Joensen hevði áður vunnið heiðursmerki á oyggjaleikunum, og tí kom tað sum eitt satt skot fyri bógvin fyri føroysku heiðursmerkjavónirnar, at hann mátti takka fyri seg og ikki fekk fullført dagsins kapping í triathlon.
Men hugaligt er, at Guðmundur Joensen ikki er einasti dugnaligi, føroyski íðkarin innan triathlon. Í kvinnukappingini hevur tað nevniliga eydnast Karinu Ottosen at vinna gullheiðursmerki í triathlon.
Sostatt er Karina annar føroyingurin, sum higartil hevur vunnið gull á oyggjaleikunum á Jersey. Føroyski súkklarin, Torkil Weyhe, vann fyrr í dag gullheiðursmerki í einkultstarti.










