Í morgun kom ferðamannaskipið Viking Star á Havnina. Viking Star er 228 metrar langt og 29 metrar breitt. Pláss er fyri 930 gestum umborð, og hartil telir manningin 602 fólk.
Viking Star varð bygt í Italia og tikið í nýtslu í 2015. Tað hevur tvey identisk systirskip, Viking Sea og Viking Sky, sum sigla undir sveisiska felagnum Viking Ocean Cruises. Viking Star hevur annars heimstað í Bergen í Noregi.
Viking Star loysir frá kai aftur í dag klokkan 16:00. Ferðamannaskipið er júst komið úr Orknoyggjunum og er ávegis til Lofoten í Norðurnoregi.