Páll á Reynatúgvu skiftir lit og blívur reyður, Olga Fossdalsá hyggur eitt sindur rundan um seg og Brandur Sandoy byrjar at smírast.
Vit eru beint eftir kommunustýrisfundin á Sandi í gjár og Páll á Reynatúgvu hevur júst fingið enn ein bræv frá Brandi Sandoy, Eyðvari Petersen, Fríða Nolsøe og Poul Klementsen.
Á hesum fundinum var upprunaliga væntað, at borgarstjórin fór at leggja frá sær. Men fáar dagar framman undan fundinum boðaði hann frá, at hann fór at halda fram nakrar vikur afturat, tí kanningar skuldu gerast av málum, har borgarstjórin hevur verið átalaður fyri ymiskt. Millum annað, at hann setti konu sína í starv hjá barnaverndartænastuni.
Men tað er næstan ein mánaður síðan, at borgarstjórin boðaði frá, at hann legði kongin, og tað er hetta teir fýra, sum vilja hava hann frá, ikki vilja ganga við til.
Eftir fundin fekk Sosialurin hendur á brævinum, og í tí verður kravt, at borgarstjórin kallar inn til nýggjan kommunustýrisfund, har skráin verður biðin at vera, at nevndirnar báðar í kommununi skulu veljast av nýggjum, soleiðis at nevndarsamansetingin avspeglar meirilutan í kommunustýrinum, sum nú eru Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen.
Somuleiðis verður framvegis heitt á borgarstjóran at leggja frá sær.
Byrjaði stillisliga
Á sjálvum kommunustýrisfundinum í gjár, er tó ikki nógv, sum bendir á, at opið stríð er í kommunustýrinum.
– Fyrsta málið frá vinnutøkninevndini er ein umbøn um at byggja úthús, og nevndin mælir til at játta hesi umbøn, boðar Brandur Sandoy, formaður í vinnutøkninevndini, frá.
Ongin setur spurnartekin, og tað verður einmælt samtykt at fylgja tilmælinum hjá nevndini.
Onki orð um stríðið um valdið í kommununi.
Men tað sæst rímiliga væl á sessunum við borðið, hvør heldur saman við hvørjum.
Við annan borðendan Páll á Reynatúgvu. Við hansara vinstru lið Olga Fossdalsá, sum borgarstjórin peikaði á til komandi borgarstjóra. Høgrumegin borgarstjóran situr varaborgarstjórin, og so langt burtur frá Pálli á Reynatúgvu sum gjørligt sita Fríði Nolsøe við hin borðendan og til høgru fyri hann Poul Klementsen og Brandur Sandoy. Í ongamannalandi, fyri seg sjálva situr Lis Clementsen, sum er inni sum varafólk.
– Næsta málið er umbøn um grundstykki. Tað er ein í Havn, sum vil byggja sær summarhús á Sandi. Av tí, at hesin ikki ætlar at búsetast á Sandi, mælir vinnutøkninevndin til at geva honum noktandi svar.
Aftur er tað Brandur Sandoy, sum hevur havt orðið.
Ein lítil diskutión verður, um hvørji grundstykki eru, men aftur verður einmælt samtykt at fylgja tilmælinum hjá vinnutøkninevndini.
Eitt mál afturat er á skránni, og aftur er full semja.
– So er fundur lokin, og eg vil takka fyri góðan fundarsið, sigur borgarstjórin
Eldur í
Nú tekur Poul Klementsen orðið.
– Vit hava eitt bræv til borgarstjóran.
Eitt eintak verður latið hvørjum limi í kommunustýrinum.
Páll á Reynatúgvu skiftir lit og blívur reyður, Olga Fossdalsá hyggur eitt sindur rundan um seg, og Brandur Sandoy byrjar at smílast saman við hinum trimum.
Í brævinum staðfesta teir fýra. Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen nú arbeiða saman sum meiriluti í kommunustýrinum. Hetta hevur ikki verið endaliga staðfest.
Somuleiðis verður krav reist um eyka kommunustýrisfund.
» Vit vilja hava eyka kommunustýrisfund, helst í hesi vikuni, har val av nevndum verður á skrá«, skriva teir fýra millum annað.
Eftir stendur tó, at borgarstjórin hevur fullan rætt sjálvur at avgera, nær hesin fundur verður, umframt, at hann hevur rætt at sita restina av valskeiðinum, um hann ikki av egnum fríum vilja leggur frá sær, tí borgarstjóri og varaborgarstjóri verða valdir fyri alt valskeiðið.