Enn eitt avboð

-

Tað verður eitt munandi skert fótbóltslandslið, sum mikudagin fer til Cypros, har árliga venjingarlegan skal haldast í ár.
Efitr at Hans Fróði Hansen beint undan vikuskiftinum boðaði frá, at hann ikki fekk veirð við á ferðini, hevur Jógvan Martin Olsen nú fingið enn eitt avboð. Talan er um Øssur Hansen, sum annars er ein av mest royndu leikarunum á landsliðnum, og sum eisini hevur verið liðskipari ta einu ferðina.
Ístaðin fyri teir báðar hevur virkandi landsliðsvenjarin tikið Sámal Joensen úr GÍ og Palla Augustinussen úr VB út.