Enn eitt annað pláss

Hetta er fjórða annað pláss á rað fyri Hamilton, ið nú hevur koyrt fimm formil 1 koyringar. Í fyrstu koyringini fekk hann triðja plássið.

 

McLaren vóru nógv tað besta liðið á degnum, og Felipe Massa í Ferrari og Giancarlo Fisichellla fingu einki, gjørt fyri at avbjóða teimum silvurgráu bilunum. Ja, móti endanum fóru McLaren bilarnir eitt heilt umfar framum Renaultbilin á fjórða plássi.

 

Sum heild var koyringin í Monaco sera lítið áhugaverd, og yvirhálingarnar kunnu teljast á einari hond. Nakrir bilar kláraðu seg væl í byrjanini, serliga Scott Speed í Torro Rosso, ið vann fimm pláss í byrjanini. Umleið helvtin av bilunum høvdu harafturat 1 pittsteðg meðan hin helvtin hevði 2, hetta var eisini við til at blanda kortini eitt sindur. Tó so, so gjørdi hetta ikki tann stóra munin.

 

Kimi Räikkönen byrjaði av 16. plássi, hann royndi sítt besta, og hevði fullan bil av bensini í byrjanin, soleiðis koyrdi hann á mál við bert einum pittsteðgi. Við hesum eydnaðist honum at bjarga sær eitt stig. Hetta var tó mest orsakað av sera løgnari pittsteðgistrategi hjá Honda, sum í Barrichello og Button høvdu somikið tungar bilar í byrjanini, at eisini teir kundu havt ein pittsteðg. Men av órannsakiligum orsøkum valdu teir tveir pittsteðgir.

 

Úrslitið

1 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes 10 stig

2 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 8 stig

3 Felipe Massa Ferrari 6 stig

4 Giancarlo Fisichella Renault 5 stig

5 Robert Kubica BMW 4 stig

6 Nick Heidfeld BMW 3 stig

7 Alexander Wurz Williams-Toyota 2 stig

8 Kimi Räikkönen Ferrari 1 stig

9 Scott Speed STR-Ferrari

10 Rubens Barrichello Honda

11 Jenson Button Honda

12 Nico Rosberg Williams-Toyota

13 Heikki Kovalainen Renault

14 David Coulthard Red Bull-Renault

15 Jarno Trulli Toyota

16 Ralf Schumacher Toyota

17 Takuma Sato Super Aguri-Honda

18 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

19 Christijan Albers Spyker-Ferrari

 

Úti

- Adrian Sutil Spyker-Ferrari

- Mark Webber Red Bull-Renault

- Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari