Tað eru skjótt 14 dagar farnir, síðan 16 ára gamla Sigrid Giskegjerde Schjetne hvarv sporleyst í Østensjø-økinum 5. august á veg til hús eftir at hava vitja eina vinkonu.
Politiið eftirlýsti fyrr í vikuni ein bil, sum møguliga kann hava nakað við horvnu gentuna at gera.
- Vit hava fingið eini 30 tips um eftirlýsta bilin, og tey eru rættiliga ymisk. Vit arbeiða í løtuni við at kanna tey nærri, men fyribils er einki úrslit komið burtur úr, sigur deildarleiðarin hjá løgregluni, Grete Lien Metlid (myndin).
Bilurin er sæddur í økinum, har politiið heldur, at Sigrid hvarv, og hann verður sagdur at vera vínreyður, men politiið veit ikki merki ella modell, skrivar norska heimasíðani vg.no.