Enn eini hús reist í Sørpum

Mánamorgunin kundu fólk í Sandavági aftur staðfesta og fegnast um, at menning er í bygdini. Henda dagin vórðu enn eini sethús reist.

Sandavágur: Seinastu árini eru mong sethús hesi bygdini.

Kommunan tók fyri nøkrum árum síðani avgerð um at stykkja fleiri øki út á einum staði, tey kalla í Sørpum.

Síðani hava fleiri fólk sett føtur undir egið borð á hesum staði. Og tað nærkast nú aftur hjá í næsta, tí mánamorgunin vórðu aftur eini sethús reist á hesum staði.

Sambært heimasíðuni hjá sandavágsmanninum, Jóanisi Nielsen - www.joanisnielsen.fo - eru ikki so nógv grundøkir eftir í Sørpum.

- Tað eru nú fleiri enn 40 hús í nýggja býlinginum Norði í Sørpum, veit heimasíðan at siga.