Enn eingin oljubonansa

-Vit mugu venja okkum við støðuna og brúka ta tíð tað tekur at finna oljuna. Vit mugu fara í gongd við tað vit hava í hondini og sum ber til innan fyri rímuliga stutt tíðarskeið og annars halda grýtini í kók, tí tað fer at koma eitt leitiumfar aftrat. Tað verður eisini einaferð borað gjøgnum basaltið, og tað er at vóna, at vit einaferð koma í eina oljutilgongd.

Oljan



Oljuvinnufelagið umrøddu støðuna í oljuvinnuni og oljuleitingini á fundi í vikuni. Magne Arge, formaður sigur, at tey enn ikki hava viðgjørt úrslitið av ENI-boringini, men at tey í næstu framtíð ætla sær at fáa fund bæði við ENI og við Oljumálaráðið at viðgera úrslitið av boringini og støðuna sum heild í oljuleitingini á landgrunninum.

?Vit kundu hugsað okkum at fingið eina støðumeting her og nú sigur Magne Arge, sum leggur aftrat, at hóast negativu úrslitini higartil, so ætlar felagið at halda fast um at skipa ein ráðstevnudag um oljuleiting og oljuvinnu seinast í november ella tíðliga í desember eins og felagið hevur gjørt tey seinastu árini. Evnið fer at vera ein støðumeting eins og seinast. Hvat metir man um støðuna út frá fýra brunnum og seismiskum kanningum annars. Eisini annað útbjóðingarumfar og hvussu vit koma víðari fer at verða partur av tí ráðstevnuni.

Hvat heldur so formaðurin í Oljuvinnufelagnum sjálvur um støðuna:

-Vit eru greið yvir, at tað gjørdist einki bonasa á hesum sinni við eini skjótari tilgongd, og vit mugu venja okkum til, at hetta er ein spakulig tilgongd vit eru í gongd við í oljuvinnuni. Tað er so heldur eingin orsøk til at leggjja árararnar inn av teirri orsøk heldur.

Uppí oljuvinnu aðrastaðni
Magne Arge heldur, at vit kanska heldur skulu leggja okkum eftir at koma upp í arbeiðið uttan fyri Føroyar. Her hugsar hann um tær fyritøkur, sum veruliga hava áhuga í at koma sær uppí oljuvinnuna t.d. mekaniskir verkstaðir ol.

-Hví hava vit tá ikki lagt størri dent á júst tann partin?

-Kanska tí at vit hava verið nokk so nógv sentrerað uppá at taka lut í tí, sum hendir her hjá okkum. Menn og kvinnur hava gjørt seg tilreiðar at fara í gongd, um olja bleiv funnin. Beint nú er tað eitt sindur óvist at siga, hvussu stórt tað virksemi kann blíva, og tað virksemi kann eisini blíva torført at halda um, tá tíðin við virksemi er so stutt. So vit skulu nokk hyggja eftir øðrum økjum eisini.

Magne Arge heldur tað eisini vera sera umráðandi hjá okkum at vísa á, hvussu góð servicestøð, veitingarstøð Føroyar kunnu verða, ikki bara fyri oljuvinnuna men fyri alla maritima tænastu yvirhøvur. Tað er so kanska ikki júst ein uppgáva fyri Oljuvinnufelagið, men kortini er tað ein sannroynd, at teir flestu limirnir í Oljuvinnufelagnum eru veitarar av einum ella øðrum slagi eitt nú til virksemi á havinum. So tað er at fara í gongd við tað vit hava í hondini og sum ber til innan fyri rímuliga stutt tíðarskeið og annars at halda grýtini í kók, tí tað fer at koma eitt leitiumfar aftrat. Tað verður eisini einaferð borað gjøgnum basaltið, og tað er at vóna, at vit einaferð koma í eina oljutilgongd.

Magne Arge minnir okkum eisini á Marjunbrunnin. Vit vita jú ikki, hvat har verður at finna. Hann vísir eisini á, at tað er sera áhugavert, hvat hendir í bretskum og norskum øki. Her sipar hann til boringina norðaliga í bretskum øki eftir einum ristatórum gassfelti, Ben Nevis og so fundið, Ellida, sum júst er gjørt á djúpum vatni í norskum øki. Her er talan um jarðløg, sum helst eisini finnast um okkara leiðir, so vit eiga avgjørt ikki at missa vónina um at gerast framleiðandi oljutjóð fyri tað, at nakrir brunnar eru turrir.

Hvat viðvíkur seinasta brunninum tí hjá ENI, so er formaðurin í Oljuvinnufelagnum sjálvandi vónsvikin, at hann bleiv turrur, men leggur dent á, at hetta vistu vit kundi henda. ?Sjálvandi hevði eg vónað, at teir vóru hepnir. Men tær øgiliga vónirnar, sum vit høvdu skrúvað upp undan fyrstu boringini hava vit fyri langari tíð síðani punkterað.

Magne Arge heldur, at vit mugu síggja realistiskt uppá tingini. Tað nyttar ikki at billa sær sjálvum inn, at tað stendur eitt oljuboom stutt fyri framman. Tað er alt, sum bendir á, at verður tað ein stór oljuvinna í Føroyum, so fer tað at ganga yvir eitt longri tíðarskeið.

Hann heldur tað annars verða rætt at fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum. Tað er sera umráðandi og ein stór og týðandi uppgáva at halda oljufeløgini føst her.

Treytirnar
-Heldur tú at vit tá eiga at linka treytirnar fyri leita eftir olju?

-Tað dugi eg ikki at síggja. Eg veit ikki, hvørjar treytir kunnu vera medvirkandi til, at oljufeløgini hava størri ellla minni áhuga. Men sjálvandi skal tað vera praktiskt at kunna arbeiða. Hvat tí vinnuligu síðuni viðvíkur, so haldi eg tað hevur virkað væl. Vit hava so heldur ikki fingið aðra afturmelding frá oljufeløgunum, og tí eri eg ikki tilreiðar av selja út av teimum áhugamálunum í løtuni.

Magne Arge viðurkennur tó, at tað mest umráðandi er at fáa leitingarnar gjørdar.

-Men hevur tað ikki verið ein ávís misnøgd í vinnuni við, hvussu ávís oljurfeløg hava fyrihildið seg fyri føroyskum veitarum?

-Tað hava vit eisini tosa um í nevndini at taka upp í eini evaluering saman við oljufeløgunum og Oljumálaráðnum og so taka við læru av tí. Eg haldi, at allir partarnir eiga at seta seg saman og tosa um støðuna, áðrenn man fer alment út við slíkum. Tað eru oftani frágreiðingar uppá, hví hesin og hasin hevur borið seg at uppá ein ávísan hátt. Vit mugu hava møguleika fyri at greiða frá, áðrenn man staðfestir nærsagt brot og annað.

Í nevndini í Oljuvinnufelagnum eru Magne Arge, Gunnbjørn Joensen, Árni Joensen, Gunnvør Balle og Jákup Mikkelsen.