Enn eingin dato á frágreiðing

Kappingareftirlitið og peningastovnarnir eru framvegis ikki samdir um, hvørjir partar av frágreiðingini um kostnaðarstøðið hjá bankunum skulu almannakunngerast

Kappingareftirlitið og peningastovnarnir eru framvegis ikki samdir um, hvørjir partar av frágreiðingini um kostnaðarstøðið hjá bankunum skulu almannakunngerast.

 

-Vit hava heimild at gera eina slíka frágreiðing, og vit skulu eisini almannakunngera hana, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum.

 

Hóast Kappingareftirlitið síðani 2012 hevur kannað kostnaðarstøðið hjá føroysku peningarstovnunum, so er enn óvist, nær frágreiðingin verður almannakunngjørd. Hetta hóast kanningin er liðugt skrivað og stóru peningastovnarnir hava gjørt sínar viðmerkingar til innihaldið.

 

Tað fekk fyrr í dag Skipara- & Navigatørfelagið at eftirlýsa, at kanningin eisini verður almannakunngjørd.

 

- Líkt er til, at bankarnir arbeiða fyri at skerja innihaldið av hesi kanning, so innlitið hjá borgarunum verður avmarkað, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- & Navigatørfelagnum, sum tí heitir á Kappingareftirlitið um at almannakunngera kanningina av peningastovnunum í fullum líki, so viðskiftafólk og almenningur fáa fullgott innlit í síni kundaviðurskifti.


Les eisini: Fakfelag hartar eftirlit

 

 

Sambært Terja Sigurðsson er tað tó ikki so einfalt at almannakunngera eina slíka frágreiðing. Lóggávan kring slíkt kanningararbeiði tryggjar eisini rættindini hjá teimum, ið verða kannað.

 

Kappingareftirlitið hevur biðið um fund við peningastovnarnar í næstu viku.

 

- Eftir tann fundin rokni eg við, at vit koma hartil at vit fáa eina felags fatan av, hvat í frágreiðingini kann almannakunngerast, sigur Terje Sigurðsson, sum tó enn ikki dugir at siga, nær frágreiðingin kann almannakunngerast.

 

Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson við at trýsta á pílin undir myndini.