Enn einaferð nær

Talvstubbi

 

Meðan landsdystur hevur verið leiktur her heima, hevur John Arni Nilssen roynt seg í NM, sum bleiv hildið í Bergen. Hann hevði enn eina góða kapping við úrslitum sum bíta seg fast í minni. Eitt nú javnleikirnir ímóti GM Einar Gausel og GM Thróstur Thórhallson vórðu væl leiktir. John Arni hevði undan seinasta umfarinum møguleika at ogna sær ein IM-norm, men bert um hann møtti einum +2450 telvara og samstundis vinna.

Tíverri hevði seinasti mótstøðumaður hansara 2280, og helst var eingin luft eftir hjá John Arna, tí hann tapti heldur lættliga hetta talvið. Fimm stig av níggju møguligum, og ovarlaga á stigartalvuni er tó flott. Norðurlandameistari bleiv GM Evgenij Agrest úr Svøriki.