Rás Tórshavn slóknaði, og gamli stjórin í Svf fekk teymarnar, og skuldi skapa føroyingum eitt nýtt, betri og meira mentað sjonvarp. Borgarstjórin í Havn blakaði Rásmilliónina í "Skendsil Føroya Fólks" Poulsvøll, og noktaði teimum "fáu" at renna um Skendslið. Hesi fáu eru tó fleiri í tali enn teir føroysku fótbóltsleikarar, ið hava verið á Tórsvølli, og latið aðrar skotið upp á mál.
Men hvat hendi so. Jú, sjónvarpsgjaldið hækkaði, og sum okkum lovað fingu vit tvær nýggjar ikki-endursendingar. Allir miðlamenn sjónvarpsins løgdu høvdini í blot, og trúgvi tí ella ei, úrslit kom burturúr: Ein ítróttasending - ein fótbóltssending - ein háan móti restini av føroyska ítróttinum.
Og so ein ítróttasending, har allur ítróttur skal sleppa við, men har høvuðsvektin er á? Ja git.
Pól F lýsir hugsunarhátt programleiðarans og vertsins í spurnarsendingini væl í yrkingini "Sambandspolitikkarin".
Her lagað til høvið, men eg ivist ikki eina løtu í, at yrkjarin, hvar hann so enn er, hevði tikið undir við sjónarmiðinum.
Er soðið ov tunt, koyr fótbóltar í,
So slúkar fjøldin, tað kann ikki feila,
Tí hon hevur runu, hann gólvsóp til heila,
Øld eftir øld.
Annað var ikki væntandi, tí ALLIR ítróttablaðmenn, bæði hjá Svf og ÚF eru einsporaðir og so fantasileysir, at um ikki Sjónvarps og Útvarpsnevndirnar vakna, so síggja og hoyra vit runt inn í næstu øld.