Enn eina bók um heimbygdina

Virkni høvundurin Poul Andreassen hevur skriva bók um søguna hjá Vágs Kommunu í árunum 1873-1929

Vágs kommuna 1873-1929 er heitið á bók, sum í hesum døgum er komin í bókabúðirnar. Høvundurin er Poul Andreasen, sum fyrr hevur skrivað nakrar bøkur við evni úr Vágs søgu. Henda bókin, sum er tann fyrsta av trimum, viðger Vágs kommunusøgu frá tí, at kommunulógin frá 1872 varð sett í gildi til 1929. Bókin viðger soleiðis ikki persóns- og ættarsøguna og heldur ikki vinnulívssøguna.

Í 1872 fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum »Forstanderskabet for de forenede Sogne i Suderøs Præstegjeld«. Vágs sókn fór burtur úr felagskommununi í 1907. Hvalbiar sókn og Froðbiar sókn vóru farnar burturúr nógv ár frammanundan.

Um ta tíðina, tá ið Vágs sókn gjørdist sjálvstøðug kommuna, var Vágur ein bygd í stórum vøkstri. Nógv skip vóru í bygdini, og útróðurin bæði eystanfyri og vestanfyri øktist. Nógv fólk flutti til bygd-ina, og húsatalið vaks. Teir sum tá sótu í forstandarskapinum, sum tað varð nevnt, høvdu stórar ætlan-ir bæði við havnargerð og vegagerð. Vegagerðina varð farið í holt við beinavegin. Tann gamla, krókuta bygdargøtan, sum var, varð fullkomiliga broytt, nýggjur og eftir tátíðini breiður vegur kom í staðin. Havnargerðin kom tó at bíða í fleiri ár. Ikki fyrrenn í 1925 varð ein vinkulpierur gjørdur, nú nevnd »gamla kai«.

Vágseiði hevði stóran stýdning fyri útróðurin í Vági, men lendingarviðurskiftini vóru vánalig. Í hes-um tíðarskeiðinum varð farið undir at gera tann stóra tráðbanan vestur í Múlagjógv, og í 1919 varð farið undir at gera tað kommunala elektrisitetverkið.

Bókin er býtt sundur í tíðarskeiðini 1873-1907, 1907-1919 og 1920-1929. Í hvørjum av hesum tíðarskeiðum eru evnini m.a.: roknskapurin, kommunuvalini, skúlin, Vágseiði, vegirnir, havnin, elektrisitetsverkið og heilsuviðurskiftini. Teir sóknarstýrislimir, sum sótu í sóknarstýrinum í hesum tíðarskeiði, eru umrøddir. Aftast í bókini eru heilsuviðtøkur frá 1882, el-sáttmálin millum Tvøroyri og Vág frá 1928 og sáttmálin millum kommununa og Vilhelm Samuelsen vegformann frá 1919 og yvirlit yvir fólkatal og skattainntøkur.