Enn ein Víkingur fer uttanlands at spæla

Betri deildin kvinnur: Mona Rasmusdóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q

Mynd: (Víkingur) Mona Rasmusdóttir

Víkingur boðar frá, at Mona Rasmusdóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark. Hetta er felagið hjá Jensu Tórolvsdóttir, sum gjørdi sama skiftið undan hesum kappingarárinum.

 

- Umstøðurnar og liðandin í Thisted er sera góður, og eg haldi at hetta er tað rætta staði fyri meg, at menna meg bæði sum fótbóltsspælara, men eisini persónliga. Eg eri sera spent uppá hesa nýggju avbjóðingina og málið er sjálvandi at fáa so nógvir minuttir sum møguligt á besta liðnum hjá teimum, sigur hon í samrøðu við Víking.

 

Hetta er enn ein dyggur smeitur fyri besta kvinnuliðið hjá Víkingi, men í Gøtu og Leirvík síggja tey eisini eina æru í, at flyta spælarar víðari uttanlands.

 

- Tað er sjálvsagt ein stórur missur hjá okkum, at missa enn ein landsliðsspælara til eitt lið í útlandinum, men vit eru eisini stolt av at kunna menna fótbóltsspælarar, sum fara víðari út í heim at royna seg, skrivar Víkingur, sum nú hevur sent tveir spælarar til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

 

Mynd: (Víkingur) Mona Rasmusdóttir