Tað gongur ikki sum ætlað hjá Víkingi fyri tíðina. Felagið, ið hevur ein greiðan málsetning um at gerast føroyameistari, hevur enn ongan dyst vunnið í Effo-deildini í ár. Harafturat er felagið darvað av skaðum í løtuni.
Í seinastu viku varð greitt, at ein av profilunum á liðnum, Bárður Hansen, má sita uttanfyri tann komandi mánaðin, og í dag er greitt, at ein annar profilur á Víkinga liðnum, Hans Jørgen Djurhuus, verður úti í 4-6 vikur.
Hans Jørgen Djurhuus fór út við skaða í fyrra hálvleiki í dystinum móti KÍ sunnudagin, har tvær leysar tenn og ein møguligur heilaskjálvti tóktust at vera orsøkin. Hetta varð tó ikki heilt rætt, tí í dag hevur Hans Jørgen fingið staðfest ein nógv meira álvarsaman skaða.
- Eg havi í dag fingið staðfest at eitt petti av kjálkabeininum er klovnað, og eg skal undir skurð í morginárini. Eg skal hava skinnara á tær næstu fýra vikurnar, so tá fái eg í øllum førum ikki spælt.
Støðan har Hans Jørgen Djurhuus bleiv skaddur, hendi tíðliga í fyrra hálvleiki, eftir at hann fekk ein alboga í einum luftbólti. Hans Jørgen Djurhuus spældi víðari eina løtu, men mátti skiftast út aftaná ein hálvan tíma í dystinum móti KÍ sunnudagin.









