Eitt hátrýst liggur meginpartin av tíðini beint norðan fyri og í ein landnyrðing úr Føroyum og gevur okkum turt og kvirt veður.
Týsdagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 3 m/s, sum øtlar í lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, men fyri tað mesta skýggjað og hitin millum 7 og 12 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri, sum snarar í ein landsynning, 2 til 7 m/s, og øtlar í eitt gul, undir 5 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og fyrrapartin regn. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina turt, men skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, seinni av landnyrðingi, undir 5 m/s. Turt, men fyri tað mesta skýggjað. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar í støðum. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.
Leygardagin og sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sól í støðum. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 8 stig.