Jú Jú Sofus rætt hevur tú, tá tú gitir, hvønn Hans Jákup, talan er um. Haldi vit hava verið vinir í út ímóti 35 árum nú, so tað er ikki tað, ið býr undir hesi skriving.
Tú hevur eisini rætt í tí, at eg afturvísi ongum av tí, tú hevur skrivað, tað skrivaði eg eisini í míni viðmerking, at eg vildi ikki viðgera innihaldið í tíni viðmerking.
Tí at eg var ikki á landsfundi Javnaðarfloksins, veit tí ikki hvat har varð sagt, og tí tað er mær óviðkomandi, eg eri við øðrum orðum líkaglaður.
Skilji á tíni skriving, at tú hevur heilt misskilt mín boðskap, skal tí royna at útgreina tað her.
Tað sum stoytti meg við tíni fyrstu viðmerking vóru hesi orðini sitat: Samanumtikið kunnu vit bert enn einaferð taka saman um Tjóðveldi: ússaligt. sitat endar.
Fyri tað fyrsta dámar mær ikki orðið ússaligt, haldi tað er eitt ómetaliga niðrandi orð í hesum samanhanginum.
Tjóðveldi er ein politiskur flokkur samansettur av einum ávísum tali av limum. Tá tú skrivar soleiðis, skilji eg tað sum Tjóðveldi: ússaligt, jamen so eru øll tjóðveldisfólk eftir tínum tykki ússalig.
Tí nevndi eg kommunuvalið. Tú kanst ikki ein mánað eftir valið fara út og siga, at tínir veljarar eru ússaligir, tí teir eru tjóðveldismenn.
Havi einki ímóti, at tú heldur at Tjóðveldi tekur ússaligar politiskar avgerðir, ella tingfólk tjóðveldis eru ússalig, ella at eg sum limur í Tjóðveldi eri ússaligur, tað er upp til tín. Vildi bert mótmæla, at tú generaliserar øll tjóðveldisfólk út frá tí, sum Jógvan Arge og onkur annar hevur sagt um landsfund Javnaðarfloksins.
Ivaleyst er tað so, at í Tjóðveldi verða tiknar politiskar avgerðir, sum av nøkrum verða hildnar at verða ússaligar. Tingfólk Tjóðveldis taka ivaleyst eisini persónligar avgerðir, sum onkur heldur vera ússaligar.
Loyvdi mær at vísa á, at tann mátin Javnaðarflokkurin slapp sær úr CHE samgonguni, varð lítið virðiligur.
Haldi, at tað er løgið at Jóannes Eidesgaard ikki torir at seta ein kanningarstjóra í lásamálinum.
Nevndi tað, sum stóð í Dimmalætting sama dag, sum tín viðmerking, um íslandstúrin hjá fíggjarmálaráðharranum, mest tí at tað nokk varð lagnunnar speisemi, at tit báðir vóru á forsíðuni í Dimmalætting samstundis, av tveimun so ymiskum orsøkum.
Haldi sjálvur, at tað er nakað tvætl at blíva við at válka sær í hasum málinum, hevur maðurin havt eina kenning, hvat so, hann skal fáa frið fyri mær.
Haldi ikki, at eg havi sligið undir beltið.
Tað, eg skrivaði um John, tað var bara fyri at vita, um eg fekk hann at bíta á, um tað eydnaðist kanst tú sjálvur meta um.
Nevndi hesi tingini, ikki fyri at tú skalt taka støðu til tey, ella tí tey hava nakað við teg at gera sum persón, men bert fyri at vísa á, at tað verða eisini avgerðir tiknar í Javnaðarflokkinum og av javnaðartingfólkum, sum onnur halda vera minni góðar.
Men eg vildi aldrin av teirri orsøk skrivað Javnaðarflokkurin: ússaligur, ella Javnaðarfólk: ússalig, tí hetta í báðum førum eftir mínum tykki er at generalisera javnaðarfólk sum ússalig, og tað haldi eg er skeivt, kenni nógv skilafólk, sum eru javnaðarfólk, tú íroknaður.
Síggi annars, at tú í seinnu viðmerkingini skrivar, at tað ikki eru tjóðveldisfólk sum so, tú hevur gjørt viðmerkingar um, men oddafólkini í flokkinum, tí øll tjóðveldisfólk kunnu ikki lastast fyri tað, oddafólkini gera. Púra samdur, Sofus, tað kundi tú bara havt skrivað í tíni fyrru viðmerking og ikki geniraliserað, so hevði tú ongantíð havt fingið nakra viðmerking frá mær.
Vil annars framvegis loyva mær at hava eina politiska meining og at gera viðmerkingar til tað sum fer fram í føroyskum politikki, eisini tá tað snýr seg um Javnaðarflokkin.
Og Sofus um tað gerst ov baldrut í glashúsinum, nú ringasta árstíð er til veður, so skalt tú alltíð vera hjartaliga vælkomin í gróthúsið, her er trygt, og fjágt.