Tær fyrru bøkurnar eru Varðar á kirkjugøtuni og Í Leirum og úr Leirum. Har úti á Álakeristrøðni er um teir báðar hugsjónarmenninar Viggo Ryving-Jensen cand. phil., og Andreas Nielsen, stýrimaður, sum bygdu føroyingum fyrsta skiparaskúlan í 1905. Vit lesa eisini annað um hesar báðar menninar, tí teir vóru tveir varðar á kirkjugøtuni, og varðar síggjast.
Teir skipaðu eitt kristiligt leikmannaarbeiðið í Føroyum, og stovnaðu bæði eitt KFUM-felag og eitt KFUK-felag í Havn. Meðan teir vóru í Føroyum árini 1904-1916, høvdu teir bæði viðrák og mótstreym.
Um alt hetta kann lesast í hesi bókini Har úti á Álakeristrøðni, sum er 261 blaðsíður og prýdd við nógvum myndum.
Bókin kann keypast í bókhandlunum runt um landið og frá Heimamissiónsforlagnum á tlf. 470007 fax 470001, ella hmf@mission.fo, www.hmf.fo
Mynd:
Við nýggju bókin Har úti á Álakeristrøðni gevur Heimamissiónsforlagið enn ein varða út í føroysku kirkju- og missiónssøguni










