Enn ein útskifting verður gjørd í danska hópinum

Nú fer fyrsti parturin av HM endaspælinum í Týsklandi og Danmark skjótt at verða av, og trý tey bestu liðini í teimum fýra bólkunum fara víðari til millumrunduna. Í millumrunduni er tað skipa soleiðis, at tú fær tey stigini við, sum tú vann tær ímóti hinum liðinum, ið komu víðari frá tínum bólki, tað vil siga í mestalagi 4 stig.

 

Í hesum HM endaspælinum luttekur føroyski Jóhann Á Plógv. Hann varð skiftur inn fyri Hans Lindberg, ið noyddist út við skaða. Og tann støðan verður neyvan broytt. Danmark hevur longu brúkt eina útskifting, og danski venjarin Nicolaj Jacobsen, sigur, at nú kemur ein avtrat.

 

Talan er um strikuleikarin Hendrik Toft. Meiningin er, at hann skal skal verða skiftir inn í danska hópin, tá ið millumrundan byrjar. Tað vil siga, at so fara danir bert at hava eina útskifting eftir, og tann seinasta útskiftingin verður væntandi goymd í so fall, at ein málverji verður skaddur.

 

Danmark er komið víðari í millumrunduna, men ikki er avgjørt, hvussu nógv stig teir fáa við sær. Bólkafinalan verður spæld hóskvøldið, tá skal slagið standa um fyrsta plássið í bólkinum. Dysturin verður ímóti Norra, ið eisini hava fult stigatal.