Hondbóltur
Tað er einki at ivast í, at tær á StÍF liðnum nú munnu gleða seg til eina jólafrítíð, har hondbóltsprátið kanska verður eitt sindur minni, enn tað hevur verið seinastu vikurnar.
Strandakvinnurnar hava annars staðið seg væl fyri tað mesta, men hesar seinastu vikurnar hava oddaliðini í deildini eitt fyri og annað eftir snøgt sagt vundið burtur úr liðnum. Eftir at tað fyrst hava verið VB og Stjørnan, sum hava givið ilt av sær, var tað hesaferð í Vestmanna, at StÍF tók ímóti.
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum var tó ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um slíkan umgang. Gestirnir fylgdu væl við eina løtu, men eftir eitt korter setti VÍF ferðina upp.
StÍF varð hesa løtuna snøgt sagt runnið umkoll, og við níggju málum á rað beindi heimaliðið allan sum helst iva um úrslitið burtur. Seinni hálvleikur var soleiðis bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi vera, og tó at VÍF ikki ómakaði sær alt ov nógv, so høvdu tær als ongar trupulleikar av at koyra sigurin heim.
Á stigatalvuni merkti sigurin fyri fyrst, at VÍF nú er á øðrum plássi í landskappingini. Tær hava tó ein dyst fleiri á kontini enn hini liðini, og tí kann tað væl verða, at VB er farið framum tær aftur, tá farið verður ígongd við endaspælið.
Hjá StÍF man jólasteðgurin sum sagt koma væl við. Liðið er framvegis á einum fimta plássi á talvuni, og tað tykist ikki vera stórvegis vandi fyri, at hetta skal broytast.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 33-19 (19-9)
Málskjúttar
VÍF: Sóley Mikkelsen 9(3), Ioana Rápa 8(1), Irina Radovici 7, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Eyðritt Andreasen 3, Linda Johannesen 1, Finngerð Joensen 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 6(4), Milica Ergic 4, Beinta Joensen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Paula B. Høgnesen 1, Poula D. Olsen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 4