Enn ein ugla á Føroyavitjan

Á hvørjum ári koma uglur framvið Føroyum. Í vetur kom ein teirra framvið einum urtagarði á Signabø.

Jens Kjeld Jensen í Nólsoy er ikki í iva: Hetta er ein kattugla.
Ein lesari sendi okkum fyrr í vikuni nakrar myndir av einari uglu, sum viðkomandi hevði sæð í urtagarði sínum á Signabø.
Vit sendu myndirnar víðari til kenda fuglamannin í Nólsoy, og svarið kom beinanvegin: Hetta er ein kattugla, sum telist millum tey 10% av uglunum, ið koma fram við Føroyum.
Danska navnið fyri hesa ugluna er skovhornugle og á enskum kallast hon Long-Eared Owl.
Jens Kjeld sigur, at mest vanliga uglan, sum vitjar her á landi er uglubóndi, og síðani kemur kattuglan.
Aðrar uglur sum hendinga ferð eru at síggja í Føroyum eru snjóuglan og lítil kattugla. Hesar síggjast serliga í Føroyum um várið og heystið, men tær eru kortini rárir gestir her á landi.

Ugler i mosen
Annars eru nógv úttrykk bundin júst at uglunavninum.
Eitt tað kendasta er danska orðafellið um at "der er ugler i mosen", sum á føroyskum hevur mong heiti, t.d.: Har ruggar ikki alt rætt; har býr okkurt undir; har er ikki alt upp á tað beina, og har er ikki rættvorðið.
Eitt annað er "fange ugler", sum í føroyskari merking er at sigla soleiðis, at seglini fara at blaktra; ikki halda ella hava áralag, ella at fáa ár tvørt fyri í sjónum.
Nevnt verður eisini "at have ugler i håret" sum merkir at vera frísutur, og annars merkir ugla eisini ein, ið hyggur at, meðan onnur spæla kort.

Mynd
Kattuglan er ein av teimum uglunum, sum vitjar her á landi við millumbilum. Her er ein teirra avmyndað í einum urtgagarði í Signabø