Enn ein útlendingur til 07 Vestur

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við miðvallara úr Brasilia.

07 Vestur heldur fram við at brynja seg til enn eitt uppihald í Effodeildini. Eftir at teir í síðstu viku skrivaðu undir við Ken Fagerberg, er nú enn ein útlendingur komin til felagið.


Talan er um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, sum hevur spælt við eitt nú Esbjerg fB, FC Vestsjælland og svenska Trelleborgs FF.


Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, Thiago Pinto Borges verður lýstur sum ein skjótur, tekniskur og arbeiðssamur miðvallari við nógvum dynamikki.