Arnold Scwarzenegger váttar nú, at hann fyri fjóðru ferð fer at spæla við í filminum Terminator.
Kenda actionstjørna, sum frá 2003 til 2011 var guvernørur í California, hevur verið alment frammi og sagt, at hann verður aftur at síggja í leiklutinum sum The Terminator í vælumtóktu filmsrøðini.
- Eg eri ógvuliga glaður fyri, at filmsfyritøkan vil hava meg við í Terminator 5 í leiklutinum sum The Terminator, sum vit byrja at taka upp í januar 2014, sigur Arnold Schwarzenegger til fjepparasíðuna thearnoldfans.com.
Schwarzenegger fekk av álvara gjøgnumbrot í fyrsta Terminator filminum í 1984. Næsti filmurin kom í 1991 og bleiv somuleiðis serstakliga væl móttikin. . Áðrenn hann veruliga fór upp í politikk, náddi Schwarzenegger at vera við í Terminator III í 2003.
Hann var ikki við í fjóðra filminum Terminator Salvation frá 2009. Tann filmur fekk ikki so góð ummæli.
Illa ber til at tosa um Terminator filmarnar uttan at nevna kenda sitatið "I´ll be back". Sitatið er eitt tað kendasta í filmssøguni, og Schwarzenegger hevur eisini sagt kendu orðini í øllum trimum Terminator filmunum, hann hevur verið við í. Eisini hevur hann sagt orðini fleiri ferðir, tá hann í politiskum høpi hevur hildið røður.
Komandi filmurin, sum Arnold Schwarzenegger skal vera partur av, eitur "Escape Plan", og millum leikararnar í filminum verður eisini Sylvester Stallone.