Enn ein svenskari til Manchester United

Svenski verjuspælarin Victor Lindelöf verður væntandi partur av hópinum hjá Manchester United á nýggjárinum

Svenski verjuleikarin hjá Benfica, Victor Lindelöf verður væntandi dýrasti fótbóltsleikarin nakrantíð, sum Benfica hevur selt til eitt annað fótbóltsfelag.

 

Portugisiska tíðindastovan, RTP skrivar, at Manchester United er til reiðar at keypa Victor Lindelöf frá Benfica fyri eina upphædd, sum nærkast 350 miljónum krónum. RTP skrivar eisini, at Victor Lindelöf fær troyggjunummar 2 í Manchester United. 

 

Gamla sølumetið hjá Benfica var Axel Witsel, sum fór til russiska liðið, Zanit Sankta Pætursborg fyri eina upphædd, sum var beint omanfyri 300 miljónir krónur. Sambært RTP samráðast Benfica og Manchester United eisini um, at Manchester United skal keypa Nélson Semedo til komandi kappingarár. 

 

Benfica hevur selt nógvar leikarar fyri ein góðan pening seinastu tíðina. Nevnast kunnu Renato Sanches (Bayern München), Bernardo Silva (Monaco), João Cancelo (Valencia), Ivan Cavaleiro (Monaco) og André Gomes (Valencia). Alt sølur, sum góvu Benfica eina inntøku uppá 700 miljónir krónur.

 

22 ára gamli Victor Lindelöf hevur spælt 11 landsdystir fyri Svøríki, har hann hevur skorað eitt mál.