Enn ein styrkur til AB

Fyrrverandi landsliðsleikari skal styrkja um liðið hjá AB til komandi kappingarár

AB hevur í dag kunngjørt enn ein leikara til komandi kappingarár.

 

Í fótbóltspanelinum, sum byrjaði klokkan 16:00 í dag kunngjørdi Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum, at fyrrverandi landsliðsleikarin, Símun Samuelsen, skal styrkja um liðið hjá AB til komandi kappingarár.

 

Símun Samuelsen spældi farna kappingarár við HB og FC Suðuroy. Hann spældi sum leikandi hjálparvenjari í fyrru hálvu við HB, meðan hann í seinnu hálvu spældi við barndómsfelagnum FC Suðuroy.

 

Afturat tí, hevur Símun Samuelsen eisini spælt í fleiri ár sum fulltíðarprofessionellur við Keflavík í Íslandi, har hann í fleiri ár taldist millum størstu profilarnar í bestu íslendsku deildini.

 

30 ára gamli Símun Samuelsen er skrásettur fyri 44 dystir fyri føroyska landsliðið og eitt mál, sum hann skeyt í 2005 á útivølli móti Ísrael.