Kyndil-KÍF 36-25 (18-8)
Fleiri ferðir hava vit skriva, at munurin millum liðini í bestu mansdeildini er alt ov stórur, og leygardagin fingu vit so enn eina ferð sjón fyri søgn, tá kyndilsleikararnir gjørdu, sum teimum lysti á vøllinum, og sendi kollfirðingar norður aftur við tómum stigaposa.
9 á rað
Tað varð beinanvegin greitt, at tað ikki skuldi verða í hesum dystinum, at KÍF skuldi gera sær nakrar vónir um at fáa stig, soleiðis at sleppast kundi av niðasta plássinum.
Kyndil byrjaði beinanvegin at toga seg fram um, og hóast kollfirðingar fylgdu so nøkunlunda við, so hevði tú alla tíðina varhugan av, at Kyndil kundi seta leikferðina upp, tá teimum lysti.
Tað gjørdu teir eisini móti endanum av fyrra hálvleiki, og eftir at teir tá høvdu skotið 9 mál á rað, var dysturin í roynd og veru avgjørdur, og seinastu 30 minuttirnar vóru bert ein avgreiðsluspurningur.
Skipanin í lagi
Sum so var dysturin einki at skriva heim um, men sum sagt, so gjørdist hetta enn ein staðfesting av, at munurin millum ymsu liðini er vorðin alt ov stórur.
Einki røkist fyri, at henda støðan fer at broytast í bræði, men hinvegin skal eg verða tann seinasti at siga, at núverandi kappingarskipan ikki er nóg góð.
Spenningurin hevur neyvan verið størri í oddinum, enn tey bæði seinastu kappingarárini, og hevur hetta eisini við sær, at einstøku liðini gerast betri, tí tey fáa fleiri harðar dystir, har tú verður revsaður beinanvegin, um tú ikki ert 100% konsentreraður.
At lata 4 tey ovastu liðini leika móti hvørjum øðrum 8 ferðir kann neyvan metast at vera ein góð loysn, so ivaleyst er núverandi skipan við dupultkapping í hálvbýting av stigunum eftir grundspælið í lagi.
So er bert at vóna, at niðaru liðini fara at gera um seg, innan alt ov langa tíð. Í Kollafirði verður nú farið undir at byggja nýggja ítróttarhøll, og henda fer so avgjørt av stuðla upp undir menningina av yngru leikarunum.
Runavíkingar eru eisini farnir í holt við at skipa ungdómsarbeiðið, og hoyvíkingar hava fyrr prógvað, at teir eisini kunnu blanda seg í toppinum, so hóast alt, so sær tað kanska ikki so galið út kortini.
Tað hevur jú altíð verið soleiðis, at nøkur lið eru í oddinum, meðan onnur í botninum, og soleiðis fer helst eisini at verða í framtíðini. Tað hevði tó verið eitt sindur stuttligari, um okkurt av botnliðunum av og á tók stig frá oddaliðunum, men tað verður so neyvan í hesum kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 8 (1), Bjarni Wardum 8 (3), Hannis Wardum 5 (1), Rúni Poulsen 4, Regin Petersen 3, Hans Á. D. Christiansen 2, Niels V. Niclassen 2 (1), Uni Wardum 2, Janus E. Sørensen 1, Leivur Holm 1 (1)
KÍF: Petur Martin Poulsen 11 (1), Vagnur Johansen 4, Jónálvur Johansen 3, Petur Martin Johansen 3 (3), Kristian Madsen 2, Per Joensen 1, Emil Petersen 1
Brotskøst: Kyndil 8, KÍF 4
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 5
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen