EM-Hondbóltur:
Norra, Russland, Ungarn og Danmark. Hetta vóru uppskotini til hálvfinalurnar hjá flest øllum hondbóltsserkønum, og fyrstu dystirnar í kappingini var eisini líkt til, at hesir fóru at fáa rætt.
Nú er kappingin tó komin til millumspælið, har fleiri av avgerandi dystunum vera spældir. Nú byrja vit at síggja greiðar ábendingar um, hvørji av liðunum koma í hálvfinalurnar, og her liggur okkurt heldur óvæntað lið og lúrir. Bæði Danmark og Ungarn snávaðu í teirra dystum í gjár, meðan Týskland líkist einum heldur óvæntaðum hálvfinalisti.
Hvør steðgar Norra?
Í millumbólki 1 finna vit trý tey fremstu liðini úr bólki A og trý tey fremstu liðini úr bólki B. Undan millumbólkinum mundu flest øll rokna við, at Norra og Ungarn fóru at enda á teimum báðum fremstu plássunum, og at tey sostatt fóru at koma í hálvfinalurnar.
Í gjár vóru so fyrstu óvæntaðu úrslitini á skránni í hesum bólkinum. Ikki tí, Norra, sum roynir at endurvinna evropameistaraheitið, vísti enn einaferð heimsklassa í teirra dysti ímóti Eysturríki. Har var eingin slingur í valsinum hjá norsku kvinnunum, og sum seinni hálvleikur leið, vaks munurin bara ímillum liðini. At enda hevði Norra vunnið enn ein stórsigur. Stóri leikarin hjá Norra henda dagin var høgri vongurin, Tonje Nostvold, sum ferð aftaná ferð sendi bóltin fram við málverjanum hjá Eysturríki.
Eitt óvæntað úrslit var tó í einum av hinum dystunum, har Ungarn og Týskland hittust. Týsku kvinnurnar skuldu vinna dystin, um tær skuldu hava nakran møguleika at koma víðari, og tær løgdu eisini bragdliga fyri. Í hálvleikinum førdu tær við heili 10 málum, eftir ein sera góðan innsatsin frá týsku verjuni. At enda vunnu týsku kvinnurnar við sjey málum, og vinna tær síðstu tveir dystirnar, so koma tær í hálvfinaluna.
Mundi fingið málrekord
Í síðsta dystinum í millumbólki 1 spældu Pólland og Makedonia. Hvørki av hesum báðum liðunum høvdu nakað stig, so liðini høvdu bara æruna at spæla fyri. Allan fyrra hálvleik var Makedonia fleiri mál framman fyri, men í seinna hálvleiki byrjaði pólski leikarin Karolina Kudlacz eitt egið “show” á vøllinum. Tá dysturin var liðugur, hevði hon skotið heili 17 mál, og harvið var hon sera tætt við at sláa málmetið í EM-høpi, sum er 18 mál.
Danmark snávaði
Millumbólkar 2 var sera javnur, áðrenn fyrstu dystirnir fóru av bakkastokki í gjár. Bara Russland hevði fult stigatal, meðan fýra lið lógu jøvn við tveimum stigum, og eitt av hesum londum var Danmark.
Í gjár møtti Danmark vertunum úr Svøríki, sum var einasta liðið í bólkinum uttan stig. Danmark hevði ongantíð tapt fyri Svøríki í EM-høpi undan dystinum, og tí var ikki roknað við, at Svøríki hevði nakran møguleika hesu ferð heldur, men svensku kvinnurnar vildu tað øðrvísi.
Frá fyrsta bríksli høvdu donsku leikararnir stórar trupulleikar við svenska málverjanum, Madeleine Grundstrøm, og hetta dugdi svenska álopið at straffa, tí skjótt høvdu tær vunnið sær eina trygga leiðslu. Hesa leiðslu kláraðu danir ikki at hála inn aftur, og sostatt fekk Svøríki síni fyrstu stig í millumspælinum.
Ein av favorittunum at vinna kappingini er Russland. Eisini tær vóru í dysti í gjár, tá tær møttu Fraklandi. Russland legði hart út, og tíðliga í dystinum førdu tær við fimm málum. Frakland hevði tó lisið uppá lektiuna, tí løtu seinni høvdu tær vunnið seg fram um, og leingi var líkt til, at Frakland fór at vinna á Russlandi. Í síðsta álopinum í dystinum eydnaðist tó Irinu Poltoratskaya at skjóta avgerandi málið fyri Russland, sum sostatt vann við einum máli.
Spania er eitt av liðunum, sum hevur fingið sera góð úrslit í Svøríki. Hesa ferð møttu tær Kroatia, og sponsku kvinnurnar vunnu dystin. Sostatt hava tær eisini sett kósina ímóti hálvfinalunum, við eini vælleikandi Susana Fraile á odda. Hon skeyt heili 13 mál í dystinum.
Týskland og Spania yvirraska
Nú eru fyrstu dystirnir í millumspælinum leiktir, og serliga tvey lið líkjast greiðum hálvfinalistum. Bæði Russland og Norra hava vunnið allar sínar dystir higartil í kappingini, og serliga Norra hevur víst spæl í heimsflokki. Einki óvæntað er tó í úrslitunum hjá Norra og Russlandi, tí hesi bæði londini vóru mett millum størstu favorittarnar.
Tað, sum er meir óvæntað, er, at Týskland og Spania hava sett beina kós ímóti hálvfinalunum. Vinnur Spania dystin í morgin, so sær ótrúliga gott út hjá teimum, meðan Týskland við sigri í næstu tveimum dystunum eisini líkist einum hálvfinalisti.
Tað eru óvæntaðu úrslitini, sum gera endaspæl stuttlig, og nú hava vit fingið tey fyrstu.