Tað sær út til at gerast trupult at steðga danska landsliðnum við EM, har teir higartil hava víst stóra styrki. Í fyrradagin hølvaðu teir Kroatia av við tíggju málum, og í gjárkvøldið fekk Pólland sama stórtap, tá ið Danmark vann 36-26, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Danmark. Aftur hesa ferð spældi málverjin, Kasper Hvidt, ein stórdyst. Lasse Boesen gjørdist danskur toppskútti við átta málum, meðan hálvi føroyingurin, Hans Lindberg, skoraði fýra mál. Tá Noreg tapti 29-33 fyri Slovenia, er Danmark nú á fyrsta plássi í sínum bólki í miðumfarinum. Ein dystur er eftir, og tað skal eitt størri undur til, áðrenn Danmark rýkur úr. Um tað skal lata seg gera, skal Slovenia vinna við heili 33 málum á Danmark í kvøld.









