Enn ein stórdystur í væntu

Enn eru ikki allir dystirnir í FA Cup avgreiddir, men stórfeløg sum Tottenham, Chelsea, Manchester United og Liverpool hava longu leikt seg víðari. Eitt nú møtast hesi tvey síðst nevndu í enn einum stórdysti

Liverpool fleyg víðari
Á pappírinum hevði Liverpool eina yvirkomiliga uppgávu, tá ið teir møttu Oldham úr triðbestu deildini. Tað fór tó eitt sús ígjøgnum áskoðarafejøldina, tá ið Robbie Simpson eftir hálvum tíma við einum langskoti sendi Oldham framum 1-0.
Tað tók tá Liverpool bara tveir minuttir at koma í gongd, tá ið Craig Bellamy heldur heppið javnaði til 1-1. Beint fyri hálvleik sendi Steven Gerrard Liverpool á sigurskós við brotsparksmáli, áðrenn Jonjo Shelvey, Andy Carroll og Stewart Downing í seinna hálvleiki staðfestu ein tryggan 5-1-sigur til Liverpool.

Chelsea spældi við eldin
Chelsea vann í gjár 4-0 í FA Cup á Portsmout, men tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, at Chelsea hálaði sigurin í land.
Portsmouth, sum liggur nummar 17 í næstbestu deildini, helt 0-0 til í byrjanina av hálvleiki, tá ið Juan Mata sendi Chelsea á odda 1-0. Hetta var støðan fram til fimm minuttir fyri leiklok, tá ið Ramires skeyt tvey mál og Frank Lampard eitt.

Smærri feløg við
Smærri feløg sum Dagenham & Redbridge, Stevenage og Crawley Town eru framvegis við í kappingini. Síðsta nevnda, sum spælir í fjórðbestu deildini, megnaði heima at vinna 1-0 á Bristol City úr næstbestu deildini.