Enn ein spælari til Skála

Skála hevur í kvøld styrkt enn meiri um hópin. Talan er um spælara, sum er uppvaksin í KÍ

Álvur F. Christiansen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við Skála fyri kappingarárið 2016. Hann hevur verið í samráingum við fýra feløg, men hevur valt Skála.

 

- Eg havi boða AB frá, at eg ikki haldi fram har. Orsøkin er, at vit flyta til Runavíkar, og at eg skal vera pápi í februar. Tí fer at passa so illa, at vera í skúla og spæla fótbólt í havn, segði Álvur F. Christiansen stutt undan skiftinum til Skála.

 

Álvur er uppvaksin í KÍ, og hevur seinasta árið spælt við AB. Skála hevur fingið tilgongd av spælarum sum Andras Gango, Jónhardi Frederiksberg og Fritleif í Lambanum.