Fótbóltur
Skála fekk fyrr í ár bót á 10.000 kr. fyri ikki at hava útfylt dómaraseðilin soleiðis, sum reglurnar fyriskriva. Men hetta tykist ikki hava rinið heilt við hjá felagnum.
Fyrru ferðina var talan um mistak undan dystinum móti B36, tá Slavisa Kaplanovic ikki stóð skrivaður á seðilin men kortini varð innskiftur.
Hetta fekk í nakrar vikur beinleiðis ávirkan á oddastríðið, tí B36 fekk tvey stig eyka í nakrar vikur, áðrenn yvirkærunevndin ógildaði avgerðina hjá aganevndini. Fyrst og fremst fekk hetta avleiðingar fyri NSÍ, sum misti oddasessin hesar vikurnar.
Síðani hevur B36 kortini lagt seg fram um NSÍ á stigatalvuni, har tað tó bert eru málini, sum skilja partarnar undan vikuskiftinum. Og kanska er tað lagnunnar speisemi, at tað er júst er í vunna útidystinum móti NSÍ, at Skála nú hevur framt eitt mistak.
Á dómaraseðlinum til dystin stendur nummar 4 hjá Skála nevnliga at eita Teitur Djurhuus, og tað er nú ikki heilt rætt. Rætta navnið á spælaranum er nevnliga Teitur R. Joensen.
John Petersen, venjari hjá Skála, sigur, at teir royndu at gera vart við mistakið, áðrenn dysturin í Runavík var byrjaður.
- Vit søgu við dómaran, at har var eitt mistak komið fyri. Men hesin segði, at dómaraseðilin lá í skiftirúminum, og at hann tískil ikki bleiv rættaður. Heldur ikki, hóast hetta var undan dystarbyrjan, sigur John Petersen.
Um málið fær avleiðingar, ber illa til at siga. Ísak Mikladal, aðalskrivari, sigur, at FSF ikki hevur móttikið nakra kæru um málið. Sambært reglunum, so kann aðalnevndin hjá FSF heita á aganevndin um at taka mál upp. Men tann spurningurin hevur als ikki verið til viðgerðar.