Føroyar - Estland 20-19 (10-11)
Fjórði dysturin í EM-kappingini hjá U20-landsliðnum í manshondbólti var leiktur í dag. Mótstøðuliðið var Estland, ið undan dystinum lá á øðrum plássi í kappingini.
Alt fyri eitt sást at hetta mundi fara at verða ein javnur dystur, tí liðini fylgdust frá byrjan. Í fyrra hálvleiki høvdu Føroyar tó hug at liggja á odda við einum og stundum tveimum málum, men stutt fyri hálvleik fingu estar lagt seg á odda, so at støðan gjørdist 10-11 til Estland.
Seinni hálvleikur byrjaði við einum sonnum málturki, og tað gingu sjey og ein hálvur minuttur áðrenn Føroyar fingu javnað til 11-11. Hesa løtuna sást, at tað vóru tvær sterkar verjur, og serstakliga tveir sterkir málverjar í hvørjum enda. Føroyski málverjin Hørður Trygvason hevði fleiri flottar og tíðandi bjargingar hesa løtuna.
Liðini fóru aftur at fylgjast, og tá ið einir átta minuttir vóru eftir at leika, eydnaðist tað føroyingunum at leggja seg tvey mál framum. Estar royndu at svara aftur og tað var um reppið at hetta eydnaðist í seinastu løtuni, tá ið føroyingar tvær ferðir fingu útvísingar. Men í avgerandi álopinum var Hørður Trygvason enn einaferð fyri, soleiðis at Føroyar fingu varðveitt støðuna 20-19, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Úrslitið bar boð um at fá mál vóru skotin, og hetta var serliga teimum báðum málverjunum at takka. Eftir dystin var føroyski málverjin, Hørður Trygvason, eisini valdur til dagsins leikara.
Úrslitið hevur við sær, at Føroyar í løtuni liggja saman við Estlandi á øðrum og triðja plássi í bólki A. Eftir hetta verður farið til eitt millumumfar og síðani til hálvfinalur.
Støðan í bólkinum hjá Føroyum sær í løtuni soleiðis út:
Hvítarussland - 6 stig 3 dystir leiktir
Estland - 4 stig - 4 dystir leiktir
Føroyar - 4 stig - 4 dystir leiktir
Litava - 3 stig - 3 dystir leiktir
Finland - 3 stig - 3 dystir leiktir
Grikkaland - 0 stig - 3 dystir leiktir
Føroysku málskjúttarnir
Bartal Klein Olsen 5, Brandur Halgirsson 3, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Vilhelm Poulsen, Bergur Ákason 2, Høgni Zachariassen 2, Hallur Árason 1, Leivur Mortensen 1









