Newcastle er nú bara tvey stig frá Champions League plássunum, eftir at Demba Papiss Cissé í dag skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Swansea. Hann hevur nú skotið níggju mál í átta dystum fyri Newcastle.
Swansea hevur fingið nógv rós fyri spælistílin hjá sær í Premier League í ár, men í dag rakk góða spælið ikki til nakað stig. Longu aftaná fimm minuttir komu gestirnir á odda, tá Yohan Cabaye sendi Demba Papiss Cissé avstað við neyvari avlevering. Framherjin úr Senegal var tryggur við høgrabeininum og skoraði sítt áttinda mál fyri Newcastle í eins nógvum dystum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi sami Demba Papiss Cissé dystin, tá hann hegnisliga lyfti bóltin upp um málverjan og í mál til 2-0. Swansea hevði bóltin nógv, men Newcastle vardi væl fyri og sjáldan var vandi á ferð.
Newcastle hevur nú 56 stig á fimta plássi, meðan Arsenal og Tottenham hava 58 stig í part á ávíkavist triðja og fjórða plássi. Newcastle hevur tó spælt ein dyst fleiri.
Premeir League:
Swansea Newcastle 0-2
Leygardagin:
Sunderland Tottenham 12:45
Bolton Fulham 15:00
Chelsea Wigan 15:00
Liverpool Aston Villa 15:00
Norwich Everton 15:00
WBA Blackburn 15:00
Stoke Wolves 17:30
Sunnudagin:
Manchester United QPR 13:30
Arsenal Manchester City 16:30