Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
AIK Stockholm spældi dysti í Uppsala móti Sirius á Studenternas Idrotsplast.
Tað eydnaðist AIK at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði danski verjuleikarin, Benjamin Tiedemann aftaná upplegg frá finska miðvallaranum, Onni Valakari. Tá vóru 17 minuttir farnir av seinna hálvleiki.
AIK hevði bert bóltin 35 prosent av tíðini, og teir høvdu bert tvær royndir innanfyri málrammurnar hjá Sirius, meðan heimaliðið hevði fimm málroyndir innanfyri málrammurnar hjá AIK.
Tá 70 minuttir vóru leiktir framdi Mikkjal fýra skiftingar í einum.
Mikkjal og hansara menn hava vunnið 22 av 24 stigum í teimum seinastu átta dystunum í Allsvenskuni.
AIK er i løtuni nummar trý í deildini við 42 stigum. AIK er trý stig aftanfyri lokala arvafíggindan, Djurgården sum hevur 45 stig. Malmö FF er greitt oddalið við 53 stigum.
Sunnudagin klokkan 13 fara Mikkjal og AIK at spæla dyst - grannauppgerð - móti Hammarby á heimavøllinum, Strawberry Arena frammanfyri 50.000 áskoðarum.