Enn ein sigur til Marnar Djurhuus

Sum væntað vann Marnar Djurhuus hjá Treystinum flaggdagsrenningina. Í dag vann Marnar Djurhuus flaggdagsrenningina við tíðini 22 minuttir og 34 sekund.

 

Nú telur Marnar Djurhuus av álvara niður til oyggjaleikirnar á Bermuda, har hann vónar at gera tað minst líka gott, sum seinast, tá hann vann bronsu á 5000 metrum.

 

Sportalurin/Rás2 fekk orðið á Marnar Djurhuus á Vaglinum fyri løtu síðani. Tað ber til at hoyra prátið við Marnar Djurhuus í ljóðbrotinum undir greinini.