Royn hevur leingi ligið heilt frammi í oddinum í 2. deild, men við at tapa tvey tey seinastu vikuskiftini, er liðið nú farið aftur á fjórða plássið í deildini.
Stinnir sumbingar
Leygardagin høvdu hvalbingar vitjan av oyggjafeløgunum úr Sumba, og hendan dystin vunnu gestirnir 2-1.
Sumbingar løgdu seg á odda 1-0 við einum máli, sum ungi Kristian Olsen skoraði. Tað gjørdist eisini 2-0 til gestirnar úr Sumba. Hesaferð var tað Hans Jacob Thomsen, ið var á rætta staðnum fyri Sumba, og tað nyttaði lítið, at Gisli Sveinbjørnsson minkaði um munin fyri Royn til endaliga úrslitið 1-2.
Við sigrinum á hvalbingar hava sumbingar nú ognað sær 14 stig, og tað er tað sama stigatalið sum FS Vágar á fimtaplássið, meðan Royn er á fjórðaplássi við bert einum stigi meiri enn Sumba. TB á oddasessinum hevur 21 stig, og AB er bert tað eina stigið aftan fyri tvøramenninar.
Royn-Sumba 1-2
0-1 Kristian Olsen
0-2 Hans Jacob Thomsen
1-2 Gisli Sveinbjørnsson









