Enn ein sigur til Gunnar

Súkkling : Annað umfar av Grand-prix kappingini í súkkling, gjørdist sera taktiskt, og einki varð avgjørt fyrr enn á sjálvari málstrikuni

Í tí rímuliga góða veðrinum á eystanstevnu, vóru eitt sindur av fólki komin saman niðri á havnaøkinum at hyggja eftir súkklukappingini, sum Tórshavnar súkklufelag skipar fyri.

Kappingin er býtt í súkkling fyri menn, kvinnur, unglingar og súkkling fyri óvitar.

Býðarkoyringin er skipað soleiðis, at alt feltið súkklar 3 róligar umgangir har allir súkklarnir eru samlaðir og síðan byrjar súkklinging av álvara. Tá 50 min eru farnir, verður ringt fyri seinast umgangi.

Rættuliga stórur spenningur var áðrenn kappingina, tí ein av okkara góðu gomlu súkklarum, sum vit eisini kenna frá Oyggjaleikunum, skuldi vera við í kappingini á eystanstevnu. Tað er Jóhann Brend, sum í løtuni býr niðri og venur við CC.Gladsaxe.


Fór í tveir bólkar

Klokkan eitt sindur yvir seks byrjaði súkklukappingin og tað gekk væl at fáa súkklarnar avstað. Fyrstu umførini koyrdu allir súkklararnir róligt, har hvør súkklari legði seg so væl fyri í feltinum sum gjørligt. Teir fyrstu 10 min varð ferðin rættuliga høg, og súkklararnir arbeiddu væl saman, men stutt eftir tað varð kom split í og súkklararnir fóru í tveir bólkar.

Í høvusfeltinum vóru nú Gunnar, Jóhann og Kári og arbeiddu teir sera væl saman. Í tí seinra feltinum vóru Eyðun, Esmar og Kristian, teir arbeiddu eisini væl saman, sjálvt um tað til tíðir kundi tykjast heldur rótut um hvør skuldi taka leiðsluna.


Javnnur endaspurtur

Í seinnu helvt av kappingini vísti Kári Brattaberg rættuliga væl, hvussu góður taktikari hann er. Hann spardi kreftirnar hjá sær til endaspurtin. Tað kundi kanska tykjast løgið, hví Johann og Gunnar ikki forðaðu honum í hesum, men hvussu var og ikki, so fingu teir ongantíð slitið seg leysar av Kára. Ferðin var annars rættuliga høg, og fremri bólkurin var ein heilan umgangt framman fyri seinna bólkin, tá endaspurturin for í gongd.

Tá klokkan ringdi eftir teir 50 minuttirnar, fór ferðin enn meira upp. Teir tríggir í oddinum, Gunnar, Johann og Kári, royndu at lúra hvønn annan av, og eingin vildi vera vera fyrstur avstað. Eftir seinasta svingið, royndi Kári at skræða seg leysan, og tað var eisini líkt til, at hann skuldi halda leiðsluna seinasta teinin inn á mál. Tað eydnaðist tó Gunnari at fáa hjólið framum Kára, soleiðis at Gunnar vann spurtin. Kári megnaði tó akkurát at halda seg framman fyri Johann, sum sostatt gjørdist nr. 3.


Ùrslit, 2.umfar av Grand Prix Føroyar

Menn :

1 Gunnar Dahl Olsen(80 stig)

2 Kári Brattaberg (68 stig)

3 Sverri Edvinson (56)

4 Esmar Joensen (49)

5 Eyðun Poulsen (45)

6 Kristian Guttesen( 36)

7 Evald Rasmussen (36)

8 Jóhann Brend (30)

9 Geyr Gilsteinsson (68)


Kvinnur :

1 Ann Zachariassen (80)


Unglingar :

1 Eli Christiansen (74)

2 Ísak Sambleben (40)


Súkklu kapping fyri børn 5-9

Dreingir :

1 Rani G. Jacobsen

2 Róaldur Jacobsen

3 Andreas Danielsen


Gentur :

1 Julia Danielsen


Súkklu kapping fyri børn 10-15

Dreingir :

1 Beinir Jacobsen

2 Dánjal Michalsen

3 Helgi Poulsen


Gentur

1 Randi G. Jacobsenes Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«