Jón Rói Jacobsen, Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem eru veruliga komnir á slóðina. Í dag tók Frem ímóti Roskilde FC á heimavølli á Valby Idrætspark. Og aftur í dag vann Frem. Talan gjørdist um ein 2-0 sigur, støðan í hálvleikinum var 1-0. Søren Weibel gjørdist stóra hetjan hjá Frem í dag. Hann hevði síðsta fótin á bóltinum í báðum førunum, tá Frem skoraði síni mál. Fyrra málið fall, tá eitt lítið korter var spælt, og seinna málið kom, tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini. Hugaligt er hjá Jón Róa og Atla at hyggja eftir stigatalvuni, sum nú boðar frá, at Frem hevur togað seg upp á eitt 8. pláss, har teir hava 16 stig, aftaná 12 umfør.