Enn ein ósigur til ES- tollmyndugleikarnar

í sakini um toll á triðjalandsrækjur útfluttar úr Føroyum

Tann 1. mai 1998 bleiv dómur avsagdur av High Court, Queens Bench Division, í London, hvar trotabúgvi hjá Faroe Seafood P/F saman við fyrrverandi dótturfelagnum Faroe Seafood Company Ltd. og agentinum Arthur Smith, fekk fult viðhald í sakarmálinum móti ensku tollmyndugleikunum viðvíkjandi tolli uppá tær sonevndu triðjalandsrækjurnar. Málið hevði tá eisini verið til viðgerðar hjá ES-dómstólinum, sum skuldi taka støðu til nakrar tulkingarspurningar av ES-reglugerðum.

Kravi, sum ensku tollmyndugleikarnir høvdu sett fram mótvegis Faroe Seafood P/f var uppá umleið kr. 11 milliónir.

Í ensku rættarsakini írestar nú einans at áseta, hvussu stóra upphædd ensku tollmyndugleikarnir skulu rinda í sakarmálskostnaði til trotabúgvi Faroe Seafood P/F. »Tað er mín meting og vón, at sakarmálskostnaðurin til trotabúgvi verður uppá minst 1,5 milliónir«, sigur føroyski advokaturin Jóhannus Egholm Hansen frá Dania Advokater, í Keypmannahavn, sum er tann, sum vegna trotabúgvi førir rættarsakirnar móti tollmyndugleikunum í ES-londunum.

Aftaná sigurin í London hevur Jóhannus Egholm Hansen advokatur hildið áfram við líknandi rættarsakini í Eystara Landsrætti í Keypmannahavn móti donsku tollmyndugleikunum, sum hava kravt Faroe Seafood P/F eftir umleið kr. 7 milliónum í tolli fyri triðjalandsrækjur. Upphæddin bleiv goldin í 1993, við tað at donsku tollmyndugleikarnir tann 30. juli 1992 framdu mótrokning yvirfyri Faroe Seafood P/f í áogn, sum felagið hevði tilgóðar hjá donsku tollmyndugleikunum.

Eftir meira enn 5 ára fyrireikingar av málinum í Eystara Landsrætti hava donsku tollmyndugleikarnir nú boða Landsrættinum og Jóhannus Egholm Hansen, advokati frá, at teir geva trotabúnum hjá Faroe Seafood P/f Fult viðhald í kravinum um, at tær kravdu kr. 7. milliónirnar skulu afturrindast, umframt vanliga rættargangsrentu frá 30. juli 1992 og inntil goldið verður.

Eystari Landsrættur skal nú - eins og enski High Court í London bert taka støðu til, hvussu stóra upphædd trotabúgvi hjá Faroe Seafood P/F skal hava goldið í sakarmálskostnaði frá donsku tollmyndugleikunum. Eisini í hesi rættarsakini verða tollmyndugleikarnir væntandi álagdir at rinda eina munandi upphædd í sakarmálskostnaði til trotabúgvi hjá Faroe Seafood P/F.

Eftir at bæði rættarsakirnar í London og í Keypmannahavn nú eru avgjørdar til fyrimuns fyri Faroe Seafood P/F undir trotabúarviðgerð, er bert ein týðandi sak eftir hjá trotabúnum viðvíkjandi tolli uppá triðjalandsrækjur. Tað er sakin í Hollandi, sum snýr seg um eina upphædd uppá umleið kr. 1,3 milliónir umframt rentur og sakarmálskostnað. Jóhannus Egholm Hansen, advokatur hevur vónir um, at eisini hendan sakin verður vunnin innan 1-2 ár.

Nú dómur er feldur í tveimum teimum størstu av tollsakjunum - teimum í Onglandi og í Danmark - er vandin hjá føroysku rækjuskipunum og hjá rækjuvirkinum á Oyri fyri at blíva møtt við endurgjaldskrøvum frá trotabúnum hjá Faroe Seafood P/F nærum heilt burtur.

Jóhannus Egholm Hansen, advokatur upplýsir, at bústjórarnir í trotabúnum hjá Faroe Seafood P/F tí - hóast hollendska tollsakin ikki er avgjørd - nú fara at umhugsa at taka stevningina móti trimum føroyskum rækjuskipum og móti Toll- og Skattstovu Føroya um endurgjald, um Faroe Seafood P/F hevði tapt sakirnar móti ES-tollmyndugleikunum, aftur.

Jóhannus Egholm Hansen, advokatur sigur víðari, at við tí stóra arbeiði, sum trotabúgvi hjá Faroe Seafood P/F hevur gjørt í rættarsakjunum móti ES-tollmyndugleikunum, sær nú út til, at føroyska rækjuvinnan á sjógvi og landi sleppur snikkaleys burturúr sakini um toll á triðjalandsrækjur, sum, tá ið hon kom fram í 1991, hótti við at kosta føroysku rækjuvinnuni umleið kr. 20-25 milliónir í eyka tollkrøvum, umframt munandi vánaligari sølutreytir í framtíðini, um tulkingin hjá ES-Kommissiónini av tollreglunum hevði verið galdandi framyvir.

Hetta er eitt úrslit sum vit, ið umboða trotabúgvi og óbeinleiðis eisini føroysku rækjuvinnuna, eru serstakliga væl nøgdir við, sigur Jóhannus Egholm Hansen, advokatur at enda.